IS tikið ábyrgd av álopinum á London Bridge

IS tikið ábyrgd av álopinum á London Bridge
Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av álopinum á London Bridge
 
01.12.2019 - 11:32

Islamskur Statur hevur tikið ábyrgdina av álopinum á London Bridge seinnapartin fríggjadagin, tá tvey fólk lótu lív, og trý onnur vórðu særd. Tað skrivar franska tíðindastovan, AFP, sum sigur seg hava tíðindini frá eini heimasíðu hjá felagskapinum, Amaq News.

Tað var 28 ára gamli, Usman Khan, sum framdi álopið.

 

Usman Khan varð í 2012 dømdur 16 ára fonsgulsrevsing fyri at hava mælt til yvirgang, og fyri at hava havt ætlanir um at søkja at keypsskálanum í London. Og hann hevði eisini ætlanir um at skipa eina legu fyri yvirgangsfólk í Kashmir í India, hevur dómarin sum dømdi í málinum, upplýst fyri The Guardian.

 

Boris Johnson, forsætisráðharri, gav ilt av sær, tá hann í gjár vitjaði London Bridge, har álopið varð framt.

 

Hann fanst hvassliga at ákæruvaldinum, og segði bart út at tað líkist ongum, at fólk sum eru til vanda fyri samfelagið, verða latin leys.

- Fólk sum verða dømd í slíkum málum, eiga at sita dómin sum tey hava fingið, og hann legði dent á, at Konservativi flokkurin mælir til at herða revsingina fyri lógarbrot sum heild.

 

Sky News upplýsir, at 28 ára gamli maðurin hevði tveir knívar og ein revolvara hjá sær, og var í einum bumbuvesti, men einki spreingievni var í honum.

Kreppunevndin hjá stjórnini hevur gjørt av, at fleiri løgreglufólk skulu skipa lóg og landaskil í Bretlandi.

Trygdarráðharrin hjá stjórnini, Brandon Lewis, hevur váttað, at Usman Khan var einsamallur um álopið á London Bridge.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887