Sólorkulundin tikin í brúk

Sólorkulundin tikin í brúk
Sólorkulundin í Sumba kann gera 20 prosent av streyminum, sum verður brúktur í bygdini
Sólorkulundin í Sumba fer ikki at geva nógvan streym hesa ársins tíð
 
03.12.2019 - 07:13

Sólorkulundin á Krossinum í Sumba varð tikin í brúk í gjár. Sólorkulundin kann gera 160 megawatt-tímar um árið. Tað eru 20 prosent av tí streymi, sum verður brúktur í Sumba.

Talan er um eina tvey ára royndarverkætlan. Eingin sól var á Krossinum í gjár, tá sólorkulundin varð sett til, tvørturímóti vóru sirm og mjørki. SEV sigur, at sólorkulundin fer ikki at geva nógvan, um yvirhøvur nakran streym, hesa ársins tíð.

Men lundin er gjørd nú fyri at vita, hvussu hon fer at standa seg, tá stormarnir koma í vetur. SEV ætlar at seta sjey vindmyllur upp í Suðuroynni næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585