– Tíðin farin frá námsætlanunum

– Tíðin farin frá námsætlanunum
Farið eigur at vera frá verandi námsætlanum til námsætlanir við fáum grundleggjandi, fakligum málum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum
Tað eru ov nógv mál, ið skulu náast í verandi námsætlanunum fyri fólkaskúlan, sigur formaðurin Føroya Lærarafelag
 
05.12.2019 - 08:09

Vit eiga at fara frá hugsanini um eina námsætlan, har tað verða reksað ov nógv faklig mál upp, sum lærarin skal halda seg til, til eina námsætlan við fáum grundleggjandi fakligum málum og fleiri neyvt orðaðum støðismálum.

Tíðin er farin frá námsætlanunum í Fólkaskúlanum. Tað heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Jacob Eli Olsen. Allar lærugreinar í fólkaskúlanum hava námsætlan, sum lýsir, hvat endamálið og innihaldið í lærugreinini er.

Vansin við okkara námsætlanum er, at har eru ov nógv mál, sum skulu náast, sigur Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, við Skúlablaðið.

Fleiri grannalond hava broytt sínar skipanir

Formaðurin vísir á, at bæði danir og norðmenn hava broytt sínar námsætlanir, so tær hava munandi færri faklig førleikamál, og ístaðin leggja dent á arbeiðshættir, soleiðis at næmingarnir kunnu fara í dýpdina í einstøku evnunum.

Okkara næmingar klára seg ikki væl í arbeiðsháttinum, samanborið við næmingar í øðrum londum, og hetta er størsti munurin á okkara næmingum og næmingum í hinum Norðurlondununum.

– Teir (næmingarnir, red.) duga rætt og slætt ikki nóg væl at brúka ta vitanina, teir ogna sær, sigur Jacob Eli Olsen millum annað við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010