Hetta kann gerast dýrt hjá føroyingum í Danmark

Hetta kann gerast dýrt hjá føroyingum í Danmark
Føroyingar, sum taka grind við sær til Danmarkar, kunnu fáa upp í 10.000 krónur í bót
Føroyingar, sum taka grind við sær til Danmarkar, kunnu rokna við at fáa 5.000 krónur í bót fyrstu ferð og 10.000 krónur í bót aðru ferð
 
06.12.2019 - 08:02

Føroyingar, sum taka grind við sær til Danmarkar, uttan neyðug loyvi, kunnu rokna við at fáa 5.000 krónur í bót fyrstu ferð og 10.000 krónur í bót aðru ferð, teir hava grind við sær.

Tað stendur í svarinum, sum Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur fingið frá danska umhvørvis- og matvøruráðharranum, Leu Wermelin, sum hann spurdi um grindina.

Ráðharri: Danmark fylgir ásetingunum

Sjúrður Skaale spurdi, um tað er rímiligt, at hald verður lagt á tvøst, sum ríkisborgarar taka við sær úr Føroyum til Danmarkar, umframt at teir fáa bót fyri tað. 

Lea Wermelin, umhvørvis- og matvøruráðharri, vísir í svarinum á, at Danmark fylgir ásetingum viðvíkjandi hóttum djóra- og plantusløgum hjá ES. 

Har er grindahvalur - av órøttum - skrásettur sum hótt djóraslag. Í ST-ásetingum verður grindahvalur ikki flokkaður sum hótt djóraslag. 

Nøkur undantøk eru

Tó eru serlig undantøk í Danmark, sum hava við sær, at tvøst í ávísum førum kann innflytast úr Føroyum og Grønlandi til Danmarkar. 

Tað er loyvt at innflyta upp í 10 kilo av tvøsti til Danmarkar til egna nýtslu, um tú hevur fingið loyvi frá bæði donskum og føroyskum myndugleikum fyrst. 

Eru hesin loyvi ikki fingin, kanst tú vænta at fáa 5.000 krónur í bót fyrstu ferð og 10.000 krónur aðru ferð, hevur tú tvøst í viðførinum. 

Grønland sersømdir

Í somu kunngerð fær Grønland sersømdir, sum gera, at grønlendingar fáa ikki bót, men hald verður lagt á grindina, og teir fáa eisini aina ávaring.

Í svarinum greiðir Lea Wermelin eisini frá, at seinastu trý árini hava fimm føroyingar fingið bót fyri at hava tvøst við sær til Danmarkar.

Sjúrður Skaale sigur, at hann ætlar ikki at sleppa málinum, men fer at arbeiða víðari við tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585