WHO: 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør

WHO: 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør
15 prosent fleiri fólk doyðu av meslingum í 2018 enn í 2017. Orsøkin er væntandi koppseting
142.000 fólk doyðu av meslingum í 2018. Vøksturin var 15 prosent samanborið við 2017
 
06.12.2019 - 09:23

Væntandi koppseting í heimsins fátækastu londum hevði við sær, at 142.000 fólk doyðu av meslingum í fjør. Talan var um ein vøkstur upp á 15 prosent, skriva tíðindastovurnar Ritzau og DPA.

Tað upplýsir heimsheilsustovnurin, World Health Organization. Stovnurin metir, at 9,8 milliónir fólk fingu meslingar í 2018, tað er ein triðingur fleiri enn árið fyri.

 >> SÍ EISINI Fýra lond í Evropa ikki meslingafrí

Londini, sum vórðu harðast rakt av meslingum í 2018, vóru Demokratiska Lýðveldið Kongo, Liberia, Madagaskar, Somalia og Ukraina.

Í teimum londunum búðu helvtin av teimum, sum doyðu, men sjúkan finst mest sum í øllum londum, sigur WHO. Tey flestu, sum doyðu í 2018, vóru børn undir fimm ár, upplýsir WHO.

Ov fá børn verða koppsett

Tað ber til at fyribyrgja meslingum við at koppseta børnini, men tað verður ikki gjørt í nóg stóran mun, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom. Hann vísir á, at koppsetingin av børnum hevur verið minkandi seinastu 10 árini, og tí tekur sjúkan seg upp.

Tað er neyðugt, at 95 prosent av fólkinum verða koppsett, fyri at forða sjúkuni í at breiða seg, men í fjør vórðu bert 86 prosent koppsett. Koppsetast skal tvær ferðir, og minni enn 70 prosent vórðu koppsett aðru ferð.

Eisini í ár er gongdin skeiva vegin, tí meslingar gera um seg í fleiri londum, millum annað Samoa, Demokratiska Lýðveldinum Kongo, Madagaskar, Nigeria og Ukraina, upplýsir heimsheilsustovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851