Túsundtals íslendingar í streymloysi eftir kavaódn

Túsundtals íslendingar í streymloysi eftir kavaódn
Fleiri bygdir á Norðurlandinum í Íslandi hava framvegis ongan streym eftir illveðrið týsdagin og í gjár
Túsundtals fólk í Íslandi hava síðani týsdagin ligið í streymloysi, og telefonsambandið hevur verið óregluligt eftir eina ringa kavaódn
Mynd: RUV  
 
12.12.2019 - 17:39

Eini 20.000 fólk mistu streymin, og telefonsambandið var óregluligt. Fólk hjá almenna íslendska elveitaranum, RARIK, arbeiða við at fáa streymveitingina aftur.

Men átta bygdir, millum annað Siglufjørður og Ólafsfjørður, hava framvegis ongan streym. Í Sauðarárkróki er streymurin skamtaður.

Bøndurnir hava stórar trupulleikar av støðuni. Teir hava brúk fyri streymi til at mjólka neytini, og fólk sita í køldum húsi.

Ráðharri lovar bata

Ráðharrin í nýmenningarmálum, Tórdis Kolbrún Reykfjørð Gylfadóttir, vísir á, at júst henda støðan vísir, hvussu týdningarmikið tað er at styrkja undirstøðukervið fyri streymveiting um alt landið. 

Telesamskiftið hevur eisini verið óvirkið fleiri staðni, tí eingin streymur er.

Tað er greitt, at elveitingarskipanin og telesamskiftisskipanin hava bæði við landsins trygd at gera, segði ráðharrin í nýmenningarmálum, og legði aftrat, at ætlanir eru um at bøta um skipaninar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585