Norðmaður settur í samband við yvirgangsætlanir

Norðmaður settur í samband við yvirgangsætlanir
Trygdartænastan hjá norsku løgregluni handtók í september ein mann, sum nú kann setast í samband við ætlaða yvirgangin í Danmark
Danska løgreglan framdi mikudagin fleiri handtøkur ymsastaðni í Danmark. Løgreglan heldur seg hava forðað fyri einum ætlaðum yvirgangsálopi
Mynd: DR  
 
12.12.2019 - 14:17

Norska løgreglan váttar, at ein maður í 20-unum hevur havt samband á netinum við ein ella fleiri av teimum, sum í gjár vórðu handtikin í stóru løgregluatsóknini í Danmark. Trygdartænastan hjá løgregluni handtók mannin í september.

Samskiftisleiðarin hjá norsku trygdarløgregluni, PST, Trond Hugubakken, sigur við norska kringvarpið, at tað er ikki óvanligt við slíkum sambandi tvørtur um landamørk, men at hetta sambandið hevur ongan týdning fyri metingina av hóttanarstiginum í Noregi.

20 fólk vórðu handtikin í gjár í umfatandi løgregluatsókn í Danmark. Í morgun eru 12 av teimum latin leys, men átta fólk, tvær kvinnur og seks menn, sita framvegis handtikin og skuldsett sambært lógini um yvirgang.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584