Maður skuldsettur fyri harðskapsroyndir

Maður skuldsettur fyri harðskapsroyndir
Ein 39 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður til 20. desember, tí hann hótti og royndi at fremja harðskap í Miðvági mánakvøldið
Ein maður hótti og royndi at fremja harðskap, tá ein skottilburður var í Miðvági mánakvøldið, sigur ákæruvaldið
 
13.12.2019 - 13:36

Ákæruvaldið hevur skuldsett ein 39 ára gamlan mann fyri at royna at fremja harðskap móti átaksleiðaranum hjá løgregluni í sambandi við skottilburðin í Miðvági mánakvøldið.

Maðurin skal hava hótt læknan, sum sendi boð eftir løgregluni, hetta kvøldið. Maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava forða løgregluni í at gera sítt arbeiði í sambandi við skottilburðin í Miðvági. 

Royndi at skalla átaksleiðaran

Maðurin skal hava hótt átaksleiðaran hjá løgregluni við, at hann fór at skalla hann, og seinni royndi maðurin, sambært ákæruvaldinum, at skalla átaksleiðaran. Maðurin spýtti eisini eftir átaksleiðaranum.

Linda Hesselberg, ákæri, sigur, at tað er sera álvarsligt at hótta og royna at fremja harðskap móti løgregluni, serliga tá hon er til arbeiðis í sambandi við so álvarliga hending.

Maðurin er varðhaldsfongslaður til 20. desember, sigur ákæruvaldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585