Fyrireika fýra nýggj strandfaraskip

Fyrireika fýra nýggj strandfaraskip
Tá skipini eru liðugt projekterað, verður uppskot lagt fram um íløgukarm at endurnnýggja flotan hjá Strandferðsluni
Sildberin er eitt av strandfaraskipunum, sum helst verður skift út
 
14.12.2019 - 10:12

Strandferðslan hevur gjørt tilmæli um at útvega tvær nýggjar bilferjur og tveir nýggjar ferðafólkabátar, og arbeitt verður í løtuni við at projektera skipini.

Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, upplýst fyri rættarnevndini í sambandi við uppskotið hjá Tjóðveldi til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni. 

Samgonguflokkarnir í nevndini taka ikki undir við uppskotinum.

Íløguætlan

Teir vísa á, at landsstýrismaðurin hevur eisini upplýst, at arbeitt verður við einari langtíðar íløguætlan fyri Strandferðsluna, og tá tey fýra strandfaraskipini eru liðugt projekterað, verður uppskot lagt fyri tingið um eina endaligan íløgukarm at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni.

Minnilutaumboðini í rættarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, taka undir við málinum.

Tey undrast á grundgevingina hjá samgonguflokkunum at fella uppskotið, tí landsstýrismaðurin arbeiðir við málinum.

Tey vísa á, at í broytingaruppskotinum frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum til fíggjarlógina næsta ár, er eingin peningur settur av til endamálið. 

Keypa farmaferju

Í gjár samtykti løgtingið einmælt at játta Strandferðsluni 10 milliónir kr. til at keypa eina farmaferju úr Noregi sigla um Skopunarfjørð.

Beint eftir, at løgtingið hevði avgreitt málið, gav Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, Strandferðsluni boð um at keypa skipið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691