Ársins ítróttarbrøgd

29.12.2019 - 10:46
ÍtrótturAnnar ítróttur
Ársins ítróttarbrøgd
Ítróttasamband Føroya heiðraði tey bestu innan føroyskan ítrótt í Müllers Pakkhúsi í gjár
 

Sverri Sandberg Nielsen vann ársins ítróttarnavn - størsta heiðurin, sum Ítróttarsamband Føroya lat á samkomu í gjárkvøldi.

Rógvarin, sum vann silvur í heimsmeistaraheitinum fyrr í ár, og sum skal taka lut á Olympisku leikunum í Japan í summar, fegnaðist sjálvandi um heiðurin.  

 - Tað hevur nógv at siga fyri meg. Sjálvt um eg rógvi undir donskum flaggi, so føli eg, at eg eisini rógvi fyri Føroyar, segði Sverri Sandberg Nielsen millum annað.

Hondbóltsleikarin Elias Ellefsen á Skipagøtu vann heiðurin sum ársins ítróttarstjørnuskot. Hann er í løtuni til kapping í Týsklandi saman við U18-landsliðnum, og tí tók abbin, Ólavur á Skipagøtu, ímóti heiðrinum.

Høgni Kunoy Dávason vann heiðurin sum ársins ítróttafelag í 2019. Hann stovnaði sjálvur taekwondofelagið Hwarang sum 10 ára gamal, og síðstu árini hevur felagið vaksið seg stórt, og fyri kortum fekk felagið síni fyrstu svørtu belti.

Ársins ítróttarátak bleiv Eydnudeildin Føroya, sum er hondbóltsfelag fyri børn við serligum avbjóðingum.

Súsanna K. Hansen vann Heiðursskjal Poul E. Petersen, fyri sítt arbeiði sum venjari, hjálparfólk, nevndarlimur og annað í Kyndli í longri tíðarskeið.

Og ársins Ítróttasamband 2019 er Hwarang Taekwondosamband Føroya.


 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Góðan morgun Føroyar 07.07.2020
111069
Mánadag 6. juli
Skála bløðir
111066
Mánadag 6. juli
Góðan morgun Føroyar 06.07.2020
111027
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Mánadag 29. juni
3-2
110811
Sunnudag 28. juni
Andakt við Jákupi N. Olsen
110748
Sunnudag 28. juni
Møti úr Kedron í Sørvági
110743