Fjarskiftiseftirlitið fær einki innlit

Fjarskiftiseftirlitið fær einki innlit
Føroya Tele fekk viðhald í Føroya rætti, men Fjarskiftiseftirlitið hevur kært dómin til landsrættin
 
06.01.2020 - 12:48

Føroya Tele skal ikki lata Fjarskiftseftirlitinum innlit í frágreiðing.

Tað er niðurstøðan í dóminum hjá Føroya Rætti 19. desembur í fjør

Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt av at kæra dómin til Eystara landsrætt.

Í 2019 tók ósemja seg upp millum Fjarskiftiseftirlitið og Føroya Tele, tí Føroya Tele vildi ikki lata Fjarskiftiseftirlitinum innlit í frágreiðing, sum grannskoðarafelagið SPEKT hevði gjørt fyri Føroya Tele.

SPEKT-frágreiðingin er um, hvussu økini hjá FT-samtakinum kunnu liðast meira sundur. Her verður hugsað um FT-NET og FT-Samskifti. 

GATT-greining

Frágreiðingin er grundað á eina GATT-greining hjá Fjarskiftiseftirlitinum, sum lýsti, um treytirnar, sum Føroya Tele fær frá FT-samtakinum, eru øðrvísi enn treytirnar, sum kappingarneytarnir fáa. 

Føroya Tele stevndi Fjarskiftiseftirlitinum í málinum, tí Føroya Tele metti ikki, at Fjarskiftiseftirlitið hevði heimild til at fáa innlit í SPEKT-frágreiðingina, tí talan var um eitt innanhýsisskjal. 

Og nú hevur Føroya Rættur so givið Føroya Tele viðhald. 

Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum, sigur við Útvarpið dag, at Fjarskiftiseftirlitið hevur kært dómin, tí málið hevur ein grundleggjandi, prinsipiellan týdning fyri eftirlitsvirksemið hjá Fjarskiftiseftirlitinum.

Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar, meðan rættarskipanin viðger málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691