Flogvøllurin: 424.000 ferðafólk í fjør

Flogvøllurin: 424.000 ferðafólk í fjør
Ferðafólkatalið veksur støðugt, og nú verður arbeitt við ætlanum um at útbyggja Vága floghavn
 
13.01.2020 - 08:45

Ferðafólkatalið á flogvøllinum setti aftur met í fjør.

424.000 fólk komu og fóru um flogvøllin í 2019, og tað eru 54.000 fleiri enn í 2018, skrivar Vágaportalurin.

Vøksturin er 12,3 prosent.

Vøkstur var í ferðafólkatalinum alt árið, men serliga í apríl komu og fóru nógv fólk um flogvøllin.

Tá farstøðin varð tikin í nýtslu fyri fimm árum síðani, var ferðafólkatalið beint oman fyri 200.000.

Ætla at byggja út

Nýggi stjórin í Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, hevur sagt, at karmarnir eru um at gerast ov trongir, og at støða skal takast til at útbyggja farstøðina.

Vága Floghavn samtarvar í løtuni við ráðgevandi verkfrøðingar um eina heildarætlan fyri, hvussu floghavnin kann byggjast út.

Regin I. Jakobsen hevur sagt, at framskrivingarnar vísa, at væntandi fer floghavnin at avgreiða fleiri enn 600.000 ferðafólk um fimm ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585