Fyrstu skipini farin á Flemish Cap

Fyrstu skipini farin á Flemish Cap
Tilsamans hava sjey skip fingið loyvi at royna á Flemish Cap í ár
Stapin er eitt av frystilínuskipunum, sum fer at royna á Flemish Cap
 
13.01.2020 - 12:48

Seint í gjárkvøldið settu fýra frystilínuskip kósina móti Flemish Cap.

Tey eru Jógvan I, Kambur, Jákup B og Stapin.

Trý frystilínuskip afturat hava loyvi til at royna á Flemisk Cap í ár.

Tey eru Klakkur, Eivind og Ågot.

Sambært heimasíðuni Marinetraffic er Eivind nú eisini á veg vestureftir. 

Fiskiskapurin kann byrja í morgin

Fiskiskapurin á Flemish Cap kann byrja í morgin, 14.januar.

Toskakvotan er nógv minni í ár enn hon var í fjør.

Í ár er kvotan 1.907 tons. Talan er um felagskvotu.

Í fjør var kvotan 3.911 tons. 2.635 tons vóru felagskvota og 1.276 tons vórðu seld á uppboði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584