Bakkafrost keypir nú seinastu partabrøvini

14.01.2020 - 08:58
AktueltVinna
Bakkafrost keypir nú seinastu partabrøvini
Síðst í februar eigur Bakkafrost allan partapeningin í skotska felagnum The Scottish Salmon Company
 

Bakkafrost fór í gjár undir at keypa partabrøvini, sum eru eftir í The Scottish Salmon Company PLC. Bakkafrost eigur longu øll partabrøvini uttan 4,5 prosent, sum Bakkafrost nú keypir.

Tey, sum eiga hesi partabrøv, fáa 28,25 norskar krónur fyri partabrævið. 28,25 norskar krónur eru 21,31 danskar krónur.

Hetta fer at kosta Bakkafrosti 240 milliónir norskar krónur, góðar 180 milliónir danskar krónur. Hendan tilgongdin, sum byrjaði í gjár, varar til síðst í februar. Tá eigur Bakkafrost The Scottish Salmon Company PLC 100 prosent.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta í Vágs kirkju
105163
Sunnudag 23. februar
Credo: Altjóða kvinnubønardagur.
105116
Leygardag 22. februar
Á Quiztinum - 6. innleiðandi umfar
105136
Leygardag 22. februar
Vanlukkan í Vesturísinum (7:8)
104375
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Flogbóltur: Mjølnir - SÍ
105160
Leygardag 22. februar
Flogbóltur: SÍ - Mjølnir
105161
Hósdag 20. februar
Hyggjuráðið
105088