Bakkafrost keypir nú seinastu partabrøvini

Bakkafrost keypir nú seinastu partabrøvini
Síðst í februar eigur Bakkafrost allan partapeningin í skotska felagnum The Scottish Salmon Company
 
14.01.2020 - 08:58

Bakkafrost fór í gjár undir at keypa partabrøvini, sum eru eftir í The Scottish Salmon Company PLC. Bakkafrost eigur longu øll partabrøvini uttan 4,5 prosent, sum Bakkafrost nú keypir.

Tey, sum eiga hesi partabrøv, fáa 28,25 norskar krónur fyri partabrævið. 28,25 norskar krónur eru 21,31 danskar krónur.

Hetta fer at kosta Bakkafrosti 240 milliónir norskar krónur, góðar 180 milliónir danskar krónur. Hendan tilgongdin, sum byrjaði í gjár, varar til síðst í februar. Tá eigur Bakkafrost The Scottish Salmon Company PLC 100 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652