Flogfar skotið niður: Fleiri fólk tikin

14.01.2020 - 11:34
AktueltÚtheimurin
Flogfar skotið niður: Fleiri fólk tikin
Iranski forsetin vil hava ein serligan dómstól at kanna umstøðurnar
 

Iran hevur handtikið fleiri fólk í sambandi við, at eitt flogfar varð skotið niður uttan fyri Teheran í síðstu viku.

Tað upplýsir Gholamhossein Esmaili, talsmaður fyri iransku rættarskipanina, sambært danska kringvarpinum.

Einki verður sagt um, hvør er tikin, ella hvønn leiklut, tey hava havt í sambandi við  flogvanlukkuna.

Fleiri gerningsmenn

Iranski forsetin, Hassan Rouhani, sigur í dag, at fleiri gerningsmenn eru, tí tað ber ikki til, at bara ein persónur kann hava ábyrgdina av hendingini.

Hassan Rouhani vil hava, at ein serligur dómstólur við serfrøðingum kannar umstøðurnar í sambandi við, at flogfarið varð skotið niður.

Vanlukkan kravdi 176 mannalív.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja 300520
109543
Leygardag 30. mai
Kjakaríið: Rógvi, Allan og Eyðfinn
109541
Leygardag 30. mai
Morgunlesturin leygardagurin 30.mai 2020
109170
Fríggjadag 29. mai
Góðan morgun Føroyar 29.05.2020
109499
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292