Fluttu meira laks til Suðuroyar enn úr oynni

14.01.2020 - 09:15
AktueltVinna
Fluttu meira laks til Suðuroyar enn úr oynni
Bakkafrost sigur, at í 2021 verður aftur ein steðgur á kryvjivirkinum i Vági
 

Bakkafrost flutti 13,5 tons fleiri av laksi til Suðuroyar enn úr Suðuroynni í fjør.

Flutt vórðu 1.353 tons úr Suðuroynni til Glyvrar at kryvja.

Men 1.366 tons vórðu flutt úr Funningsfirði og Fuglafirði til Suðuroyar at kryvja.

Og Bakkafrost fer eisini at flyta laks norðaneftir í Suðuroynna at virka í ár.

Bakkafrost hevur skrivað tíðindaskriv, nú 40 fólk hjá felagnum í Suðuroynni eru søgd úr starvi, tí eingin laksur er at kryvja í Suðuroynni í nakrar mánaðir.

Ein kunngerð frá juni 2018 sigur, at allur laksur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal viðgerast í Suðuroynni.

Men í somu kunngerð stendur eisini, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kann geva undantak fyri, at laksur, aldur í Suðuroynni, kann verða virkaður aðrastaðni enn í Suðuroynni, tá neyðugt er at taka laksin skjótt.

Bakkafrost sigur, at í fyrra hálvári 2021 verður aftur ein steðgur á kryvjivirkinum í Vági.


 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Tíðindafundur og Dagur og vika
111992
Hósdag 30. juli
Midnáttarsangur
111814
Mikudag 29. juli
Upp á gólv
111810
Mikudag 29. juli
Á ólavsøku 2:2
111809
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
111807