USA stovnar nú skrivstovu í Nuuk

USA stovnar nú skrivstovu í Nuuk
Søkt verður eftir fólki til skrivstovuna, sum verður partur av amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn
Amerikanska skrivstovan fer at halda til í Nuuk
 
15.01.2020 - 10:57

USA lýsir nú eftir einum fólki, einum grønlandsserfrøðingi, til almennu amerikonsku skrivstovuna í Nuuk, sum skal taka sær av politiska, fíggjarliga, handilsliga og diplomatiska sambandinum við Grønland. 

Orðið "konsulát" verður ikki nýtt í starvslýsingini, men viðkomandi verður sett í starv undir amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn 40 tímar um vikuna.

Umsøkjari skal duga grønlendskt, enskt og danskt, og hevur somu uppgávur sum diplomatar, at ráðgeva, greina og fylgja við menningini í Grønlandi, og arbeiða fyri amerikonskum áhugamálum í landinum. 

Tað verður gjørt millum annað við tøttum sambandi við politikarar og vínnulívsfólk og fólk innan útbúgving, gransking og mentan í Grønlandi.

Partur av starvinum er eisini at fylgja við í grønlendskum fjølmiðlum og stuðla amerikonskum embætisfólkum, sum koma á vitjan í Grønlandi.

Uttanríkisráðharrin fegnast

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at hann fegnast um, at samstarv nú kemur í lag. Og danska stjórnin stuðlar grønlendsku stjórnini í hesum, sigur hann.

Í august í fjør skrivaði AP-tíðindastovan, at amerikanska uttanríkisráðið hevði ætlanir um í 2020 at seta sjey fólk í starv á amerikonsku skrivstovuni í Nuuk.

Tey, sum søkja, skulu trygdargóðkennast, og skulu í minsta lagi hava bachelor-útbúgving í statsvísindum, handli, journalistikki, hugvísindum, søgu ella løgfrøði, og hava tvey ára starvsroyndir.

Tann, sum søkir, skal eisini kunna skriva 30 orð um minuttin. 

Byrjanarlønin er 521-túsund krónur fyrsta árið, men eftir fyrsta árið í tænastuni hækkar lønin upp í 608.000 krónur. Evstamark at søkja er 7. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819