Eingi tilmæli um bústaðir enn

17.01.2020 - 11:28
AktueltPolitikkur
Eingi tilmæli um bústaðir enn
Arbeiðsbólkurin verður ikki liðugur við arbeiðið fyrr enn síðst í hesum mánaðinum
 

Arbeiðsbólkurin, sum skal lata landsstýriskvinnuni tilmæli um átøk at at seta í verk á bústaðarøkinum, bleiv ikki liðugur til tíðina.

Bólkurin skuldi handa Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eina frágreiðing í gjár.

- Arbeiðið verður væntandi liðugt í hesum mánaðinum, sigur Regin Hammer, fulltrúi í Almannamálaráðnum og formaður í arbeiðsbólkinum.

Ítøkilig uppskot

Sambært arbeiðssetninginum skal bólkurin koma við ítøkiligum uppskotum til, hvussu útboðið av bústøðum kann økjast kring landið, skjótast gjørligt.

Bólkurin skal koma við uppskotum til hættir at byggja vardar bústaðir.

Eisini skal bólkurin koma við uppskotum tum alternativar fíggingarmøguleikar, sum kunnu seta gongd á byggingina av luta- og leigubústøðum, og sum betra um møguleikarnar at seta búgv uttanfyri miðstaðarøkini.

Og sum tað fjórða skal bólkurin koma við uppskotum um, hvussu øll bústaðarbygging kann verða javnsett í treytum - tað veri seg leigu-, luta-, eigarabústaðir og sethús. 

Almannamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Bústaðir, umboð fyri privatar útleigufyritøkur, áhugafelagið Búgva, Vinnuhúsið, Kommunufelagið og fíggingarstovnarnir eru umboðað í arbeiðsbólkinum.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Góðan morgun Føroyar 07.07.2020
111069
Mánadag 6. juli
Skála bløðir
111066
Mánadag 6. juli
Góðan morgun Føroyar 06.07.2020
111027
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. juli
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Mánadag 29. juni
3-2
110811
Sunnudag 28. juni
Andakt við Jákupi N. Olsen
110748
Sunnudag 28. juni
Møti úr Kedron í Sørvági
110743