Le Pen ætlar framvegis at gerast forseti

Le Pen ætlar framvegis at gerast forseti
Forkvinnan í National Rally í Fraklandi stillar upp ímóti Macron, forseta, á valinum í 2022
 
17.01.2020 - 09:51

Marine Le Pen droymir framvegis um gerast franskur forseti. 

Leiðarin fyri franska høgraflokkin boðar nú frá, at hon í 2022 fer at gera eina roynd aftrat at vinna franska forsetavalið.

 Í 2017 stóð forsetavalið millum Marine Le Pen og Emmanuel Macron. Ta ferðina vann Emmanuel Macron ein tryggan sigur, men Marine Le Pen hevur ikki mist mótið. 

- Emmanuel Macron hevur brynjað seg til forsetavalið, men hann skal ikki sleppa at stilla upp einsamallur, segði Le Penn í fráboðanini, sambært heimasíðuni Politico. 

Marine Le Pen er leiðari fyri høgraflokkin National Rally, ið er nýggja navnið á flokkinum Front National.

Hon yvirtók flokkin frá pápanum, Jean-Marie Le Pen, ið sjálvur stillaði upp til forsetavalið í 2002. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652