Breddin: Jarðir, eldraøkið og tørvur á arbeiðsmegi

Breddin: Jarðir, eldraøkið og tørvur á arbeiðsmegi
Kjak um støðuna á eldraøkinum og kjak um lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi í sendingini seinnapartin
Hesi manna redaksjónina á Breddanum hesa vikuna. Jón Brian Hvidtfeldt er redaktørur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.01.2020 - 11:17

Við yvirtøkuni av heimasíðuni hiking.fo metir Jarðir seg hava loyst trupulleikarnar við óskipaðari gongd í haga. Men er loysnin nú so einføld?

​Niels Pedersen, nevndarformaður í Jarðum, er gestur á Breddanum.​

Eldraøkið

Tørvur er á fólki til eldraøkið, arbeiðið er ov strævið og lønin ov lág, ljóðar skotsmálið. Men hvussu loysa vit trupulleikan? ​

​Maiken Olsen, leiðari á Heilsuhúsinum í Havn, og Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarfelagnum, kjakast um støðuna.​

Arbeiðsloysið

​Metlága arbeiðsloysið fær arbeiðsgevarar at eftirlýsa enn lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Í dag kunnu fólk úr ES-londunum uttan stórvegis hóvasták koma til Føroya at arbeiða, men skipanin skal víðkast til eisini at fevna um aðrar heimspartar, heldur Vinnuhúsið.

Arbeiðarafeløgini mótmæla, og spyrja harumframt, hvussu føroyska samfelagið skal lofta vaksandi talinum av útlendingum.​

​Kjak millum Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtak.​

Breddin, í útvarpinum í dag klokkan 17:05.​

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652