Krabbameinsviðgerðin í Evropa vorðin órímiliga dýr

Krabbameinsviðgerðin í Evropa vorðin órímiliga dýr
Londini í Evropa brúka 134 milliardir krónur meir til krabbameinsviðgerðir, enn tey gjørdu fyri 10 árum síðani
Krabbameinsviðgerðin í Evropa er dýrkað nógv seinastu 10 árini, vísir ein nýggj kanning
 
21.01.2020 - 07:31

Tað vísir ein nýggj svensk kanning, sum almenna svenska útvarpið hevur umrøtt. Samstundis sum krabbamein ger av við alsamt fleiri fólk í Danmark, Bretlandi, Hollandi og Fraklandi, er viðgerðin dýrkað í stórum.

Nú brúka londini í Evropa 134 milliardir krónur meir til viðgerð fyri krabbamein, enn tey gjørdu fyri 10 árum síðani, vísir kanningin.

Orsøkin er ikki bara, at fleiri fáa krabbamien, men prísurin á heilivágnum er dýrkaður alt ov nógv, sigur Nils Wilking, á stovninum fyri heilsu- og samfelagsøkonomi í Lund, ið er ein av teimum, sum hevur gjørt frágreiðingina. Hann sigur beinleiðis, at prísurin er uttanfyri alt rímiligt mark.

Mælir til at gera eina prísskipan

Hækkingin í prísunum seinastu 10 árini er órímilig og kann ikki góðtakast, sigur Nils Wilking við svenska útvarpið. Vit mugu finna eina betri skipan, so tey, ið eru sjúk, fáa viðgerð sum skjótast. Tí eigur eisini ein prísskipan at verða gjørd, sigur hann.

Fólk í Evropa gerast eldri, og tí verða eisini fleiri tilburðir av krabbameini. Men tað er ikki einasta orsøkin, tí ein orsøk er eisini, at viðgerðin verður betri, og tí hækka prísirnir, skrivar svenska útvarpið.

Kanningar í ES-londunum vísa eisini, at fleiri, sum fáa krabbamein, verða frísk, og hjá øðrum ger heilivágurin, at tey liva longri.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887