Ríkisrættarmálið móti Trump heldur fram

Ríkisrættarmálið móti Trump heldur fram
Demokratarnir hava framløgu í senatinum í tríggjar dagar
 
23.01.2020 - 09:02

Ríkisrættarmálið ímóti Donald Trump, forseta, helt fram í amerikanska senatinum í gjár.

Tað vóru demokratarnir, sum høvdu orðið allan dagin, og løgdu fram tilfar, sum sambært teimum eigur at hava við sær, at Donald Trump verður koyrdur frá.

Demokratarnir, sum leggja fram í senatinum, hava 24 tímar til framløguna, uttan at republikanararnir sleppa framat.

Eftir ætlan fer framløgan hjá demokratunum at taka tríggjar dagar.

Ukraina aftur á breddanum

Tað var aftur í gjár samrøðan, sum Donald Trump hevði við ukrainska forsetan í juli í fjør, sum setti dám á framløguna.

Og samstundis hóttanin frá Trump, um ikki at lata Ukraina hernaðarliga hjálp, hóast kongressin hevði samtykt tað.

Og so tað, at forsetin royndi at forða kongressini  at fáa greiði á málinum, eftir at tað kom undan kavi.

Donald Trump, forseti, hevur seinastu dagarnar verið á búskaparliga toppfundinum í Davos, men kortini hevur hann verið virkin, og í gjár sendi hann 148 boð út á twitter.

Tað er tað mesta higartil.

Mótmælisgongur í Washington

Viðhaldsfólk hjá Trump hava boðað frá mótmælisgongum í Washington, og í morgin fer forsetin sjálvur at halda røðu fyri viðhaldsfólkunum.

Ríkisrættarmálið verður víst í sjónvarpi, og ein kanning vísir, at meira enn 11 milliónir fólk fylgja við rættarmálinum.

Ríkisrættarmálið heldur fram í kvøld kl. 18, okkara tíð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585