Støðugt arbeiði hevur størstan týdning

Støðugt arbeiði hevur størstan týdning
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, umhugsar eina skipan, sum kann tryggja støðugari arbeiði á laksavirkinum í Vági
 
26.01.2020 - 11:41

Fyri Suðuroynna sum fjarskotið vinnuøki og arbeiðsmarknað, hevur tað størstan týdning, at sama nøgd av laksi verður virkað, sum verður ald í oynni.

Tað ger lítlan mun hjá arbeiðsfólkinum á virkinum í Vági, at ein partur av laksinum, sum verður virkaður í Suðuroynni, er aldur til dømis í Sundalagnum.

Tað, sum hevur týdning, er, at arbeiði er støðugt, og tekur støði í tí, sum verður alt á firðunum í Suðuroy.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til tingfólkini, Henrik Old og Sirið Stenberg. 

Tey spurdu m.a., um Bakkafrost hevur fingið undantaksloyvi til at virka laksin, sum er aldur í Suðuroynni, aðrastaðni.

Tvey undantøk

Helgi Abrahamsen sigur, at Bakkafrost hevur fingið tvey undantøk.

Í báðum førum vórðu tey givin, tí neyðugt var at taka stórar nøgdir í stutta tíð, og at virkið hjá Bakkafrosti í Vági hevðí ikki nóg stóra orku at virka fiskin.

Onnur virki í Suðuroynni høvdu heldur ikki løggilding til at virka laksin.

Landsstýrismaðurin heldur tí, at treytirnar í alilógini og kunngerðini um at virka alifisk í Suðuroynni eru fylgdar.

Bakkafrost hevur eisini sjálvboðið hevur gjørt av at flyta líka nógvan laks suður til virkingar, sum varð fluttur norður. 

Sama nøgd skal virkast

Helgi Abrahamsen sigur, at í staðin fyri at áseta, at hvør einstakur laksur, sum er aldur í Suðuroy, skal virkast í oynni, kundi verið ásett, at í minsta lagi sama nøgd, sum verður ald har, skal virkast í Suðuroynni.

Hetta kravið er ikki í galdandi lóg.

Ein slík skipan vil sannlíkt eisini tryggja støðugari rakstur av virkinum í Vági. 

Í staðin fyri at trýsta alla tøkuna av laksi av einum alifirði til virkið eftir stuttari tíð, kundi nakað av fiskinum verið sent norður til virkingar, og tá liðugt er at taka í Suðuroynni, kundi sama nøgd av fiski verið send suðuraftur.

Aliumsitingin hevði havt eftirlit við einari slíkari skipan, ið kundi tryggjað, at sama framleiðsla varð varðveitt í Suðuroynni, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í svarinum til Henrik Old og Sirið Stenberg. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652