Corona: Nú eru 2.800 fólk smittað

bannari
Corona: Nú eru 2.800 fólk smittað
WHO hevur fund aftur í dag um støðuna
 
27.01.2020 - 09:44

Umleið 2.800 fólk hava nú fingið staðfest corona-smittuna. Tað skrivar AP- tíðindastovan. Tey flestu, 2.744, eru í Kina. Tilsamans hevur sjúkan kravt 80 mannalív.

15 býir eru heilt ella partvís avbyrgdir, skrivar CNN. Tað merkir, at fólk als ikki, ella í sera avmarkaðan mun, sleppa úr avbyrgdu býunum.

Fleiri lond mæla nú borgarum sínum til at fara úr raktu økjunum, men avbyrgingarnar hava eisini við sær, at útlendingar sleppa ikki avstað.

Torført at fáa landsmenn heim

Avstralskir, indonesiskir og spanskir myndugleikar siga í dag, at avmarkingarnar gera tað torført at taka borgarar heim úr Kina.

Heimsheilsustovnurin, WHO, fer at hava fund um støðuna í dag. Fundurin verður í Bejing, og har skulu WHO og kinesisku myndugleikarnir tosa um, hvussu tað ber til at forða fyri, at smittan breiðir seg.

Kinesiski forsætisráðharrin, Li Keqiang, vitjaði í gjár í býnum Wuhan, har smittan fyrstu ferð varð staðfest. Hann vitjaði millum annað handilsmiðstøðir og starvsfólk á sjúkrahúsum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652