Semingsroyndin byrjar í morgin

27.01.2020 - 16:22
AktueltSamfelag
Semingsroyndin byrjar í morgin
Semingsmenninir hava tosað við partarnar hvør sær, og nú byrjar semingsroyndin
Nú fara Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen undir semingsroyndina
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 

Semingsstovnurin hevur boðsent Starvsmannafelagnum og Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum til semingsroynd  í morgin klokkan 13.

Semingsroyndin millum partarnar verður á Hotel Hafnia. Terje Sigurðsson stendur fyri semingsroyndini saman við Símuni Absalonsen.

Næstsíðsta fríggjadag var greitt, at Starvsmannafelagið og Lønardeildin standa ov mikið langt frá hvørjum øðrum, til at partarnir sjávir megna at finna semju.

Síðani hevur Semingsstovnurin tosað við partarnar, hvør í sínum lagi. 

Endaspurtur

- Í morgin verður so farið undir endaspurtin, og vit ætla at halda á, til tað røkkur ella støkkur, sigur Terje Sigurðsson.

Semingsmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til krøvuni frá pørtunum. Terje Sigurðsson vil ikki siga, hvussu leingi hildið verður fram við semingsroyndini. 

- Vit brúka ta tíð, sum er neyðug, sigur semingsmaðurin.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106924
Leygardag 28. mars
Álopið á St. Nazaire
106652
Leygardag 28. mars
Jambalaja 280320
106908
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt við Ove Froyseth
106934
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Havnar kirkju
106923
Fríggjadag 27. mars
Studio71 - 5 dokumentarar
106848
Hósdag 26. mars
Korona konsert við Bárði á Lakjuni
106790
Hósdag 26. mars
Norrøna
106783