EBS-lond gjørt avtalu við ES

EBS-lond gjørt avtalu við ES
Avtalan tryggjar Noregi rættindi hjá 20.000 norðmonnum í Bretlandi og 15.000 bretum í Noregi
Norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, skrivaði undir avtaluna fyri Noreg
 
28.01.2020 - 16:22

Londini sum hava havt EBS-avtalu við ES, hava skrivað undir eina avtalu við Bretland, nú bretar fara úr ES á midnátt fríggjakvøldið.

Norski uttanríkisráðharrin, Ine Eriksen Søreide, skrivaði undir avtaluna fyri Noreg.

Avtalan fevnir eisini  um Ísland og Liktinstein.

20.000 norðmenn

Avtalan tryggjar Noregi rættindini hjá 20.000 norðmonnum, sum búgva í Bretlandi, og 15.000 bretum, sum búgva í Noregi.

Tey fáa somu rættindi í framtíðini, sum tey hava nú.

Umframt mannarættindini, fevnir avtalan eisini um vøruflutning, toll, løgreglusamstarv og alment keyp.

Eftir at bretar fara úr ES fríggjadagin, verður talan um samstarv, sum skal vara alt hetta árið, skrivar NTB.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585