Innsiglingin kannast

Innsiglingin kannast
Landsverk fer um mánaðaskiftið apríl/mai at kanna innsiglingina í Skopun fyri at vita, um neyðugt er at taka meira grót haðani
 
29.01.2020 - 07:24

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur svarað Brandi Sandoy, løgtingsmanni, sum spurdi, nær grótið í innsiglingini í Skopun verður tikið burtur og, um grótkastið verður umvælt.

Havnin í Skopun er kommunal, og tí eigur Landsverk ikki grótkastið, svarar Jørgen Niclasen. Landsverk upplýsir, at grótið, sum kemur í innsiglingina í Skopun, er restin av brimverjuni, sum bleiv løgd uttan fyri pirin á Bergi fyrst í nítiárunum. 

Av tí, at tann verkætlanin ongantíð varð gjørd liðug, er grótið farið við briminum, og nakað er endað í innsiglingini.

Bæði í 2015, í 2017 og í 2019 er grót ruddað burtur í innsiglingnini í Skopun, so trygt er hjá Teistanum at sigla har. Um grót er har aftur nú, fæst at vita fyrst í mai, tá Landsverk hevur kannað innsiglingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585