Tríggir ymiskir prísir

Tríggir ymiskir prísir
Fólk, sum býr í Føroyum, gjalda 60 krónur, skulu tey til Mykinesar við Jósupi. Men tey, sum búgva í Mykinesi, gjalda 20 krónur
 
29.01.2020 - 11:44

Strandfaraskip landsins fara at siga, hvussu ferðafólk fáa endurrindað, tí ferðaseðilin fer at kosta 100 krónur hvønn vegin.

Í fyrsta umfari verður endurgoldið eftir kvittan, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann, sum spurdi um Mykinesleiðina.

Siglingin leingjast

Jørgen Niclasen sigur, at ætlanin er at leingja Mykinessigingina upp í seks mánaðir um árið. Hon er fýra mánaðir nú. Siglast skal eisini í apríl og í september.

Eykabáturin, sum Strandfaraskip landsins byggja, fer í sigling í juni í ár. Ferðaætlanin kann tá leggjast soleiðis til rættis, at Jósup siglir fimm mánaðir í ár og seks mánaðir frá 2021 at rokna, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at hann hevur heitt á Strandferðsluna um at gera eitt uppskot um, hvussu prísásetingin hjá Strandfaraskipum landsins skal endurskoðast. Ætlanin er, at útlendsk ferðafólk skulu gjalda meira, og tey, sum búgva í Føroyum, fáa avláttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010