- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-tingið góðkent Brexit
ES-tingið samtykti í gjár, at Bretland kann fara úr ES klokkan 23 í annaðkvøld. 621 uppskot vóru fyri uppskotinum, 49 ímóti og 13 tinglimir atkvøddu ikki.
Tá atkvøðugreiðslan var av, tóku tinglimirnir í hondina á hvørjumøðrum, og sungu kenda skotska skilnaðarsangin, "Auld Lang Syne."
>> SÍ EISINI Elizabeth drotning góðkent Brexit-skilnaðaravtalu
Frammanundan hava ES nevndin og bretska parlamentið góðkent skilnaðaravtaluna. Í dag skal hvørt limaland sær skrivliga váttað sína støðu til Brexit.
Tað verður klokkan 11 í annaðkvøld, okkara tíð, at bretar fara úr ES. Tá fer Boris Johnson, forsætisráðharri, at halda røðu í sjónvarpinum, fyri at staðfesta at bretar fara úr samveldinum.
Forkvinnan í ES nevndini, Ursula van der Leyen, segði undan atkvøðugreiðsluni í ES tinginum, at europearar altíð fara at halda av bretum, og eru ikki langt burtur. Tingfundurin var tann seinasti hjá 73 bretskum limum í ES-tinginum.
>> SÍ EISINI Bretar koma ikki við nøkrum uppskoti
Nakrir tinglimir søgdu seg vera misnøgdar við, at bretar fara úr ES. Ein teirra var belgiski, Guy Verhofstadt. Hann segði, at um hann varð spurdur um Brexit í dag, so hevði hann heitt á øll um at atkvøtt nei.
Tað er ikki hugaligt at síggja eitt land, sum tvær ferðir hevur fríðað okkum og Europa, fara úr Europa, segði hann. Tað var í juni í 2016, at bretska fólkið samtykti at fara úr ES.
Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, skal halda fram við samráðingunum um samstarvið ímillum partarnar, og hann sigur seg vænta bæði drúgvar og torførar samráðingar, skrivar Ritzau.