ES-tingið góðkent Brexit

ES-tingið góðkent Brexit
Ein greiður meiriluti av ES-tinginum samtykti í gjárkvøldið, at Bretland kann fara úr ES á midnátt í annaðkvøld
Bretska fólkið samtykti í juni 2016, at Bretland skal fara úr ES. Á midnátt í annaðkvøld verður hetta veruleiki
 
30.01.2020 - 08:24

ES-tingið samtykti í gjár, at Bretland kann fara úr ES klokkan 23 í annaðkvøld. 621 uppskot vóru fyri uppskotinum, 49 ímóti og 13 tinglimir atkvøddu ikki.

Tá atkvøðugreiðslan var av, tóku tinglimirnir í hondina á hvørjumøðrum, og sungu kenda skotska skilnaðarsangin, "Auld Lang Syne."

 >> SÍ EISINI Elizabeth drotning góðkent Brexit-skilnaðaravtalu

Frammanundan hava ES nevndin og bretska parlamentið góðkent skilnaðaravtaluna. Í dag skal hvørt limaland sær skrivliga váttað sína støðu til Brexit.

Tað verður klokkan 11 í annaðkvøld, okkara tíð, at bretar fara úr ES. Tá fer Boris Johnson, forsætisráðharri, at halda røðu í sjónvarpinum, fyri at staðfesta at bretar fara úr samveldinum.

Forkvinnan í ES nevndini, Ursula van der Leyen, segði undan atkvøðugreiðsluni í ES tinginum, at europearar altíð fara at halda av bretum, og eru ikki langt burtur. Tingfundurin var tann seinasti hjá 73 bretskum limum í ES-tinginum.

 >> SÍ EISINI Bretar koma ikki við nøkrum uppskoti

Nakrir tinglimir søgdu seg vera misnøgdar við, at bretar fara úr ES. Ein teirra var belgiski, Guy Verhofstadt. Hann segði, at um hann varð spurdur um Brexit í dag, so hevði hann heitt á øll um at atkvøtt nei.

Tað er ikki hugaligt at síggja eitt land, sum tvær ferðir hevur fríðað okkum og Europa, fara úr Europa, segði hann. Tað var í juni í 2016, at bretska fólkið samtykti at fara úr ES.

Samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier, skal halda fram við samráðingunum um samstarvið ímillum partarnar, og hann sigur seg vænta bæði drúgvar og torførar samráðingar, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887