Tingast við bretar um fiskiveiðiavtalur

Tingast við bretar um fiskiveiðiavtalur
Í ár verður fiskað eftir avtaluni við ES, men næsta ár skal sínámillum avtala vera klár millum Føroyar og Bretland
Herluf Sigvaldsson umboðar saman við Ingibjørg Thomsen Føroyar á fundinum í London
 
30.01.2020 - 09:02

Fiskimálaráðini í Føroyum og Bretlandi hava fundir nú í vikuni um fiskiveiðuavtalur, tá Bretland er farið úr ES.

Í ár verður fiskað eftir avtaluni millum Føroyar og ES.

Men í 2021 skal sínámillum avtala vera klár millum Føroyar og Bretland.

Harafturat skulu avtalur um uppsjóvarfisk gerast, tí Bretland er eitt týðandi strandaland.

Uppsjóvarfiskur

Føroyar fiska nógvan uppsjóvarfisk í bretskum sjógvi.

Tá talan er um norðhavssildina, hevði ES als ikki verið við sum strandaland, tí sildin er í bretskum sjógvi.

Fundirnir, sum nú eru í London, eru bara fyrireikandi. Samráðingar eru ikki nú.

Herluf Sigvaldsson og Ingibjørg Thomsen umboða Føroyar á fundunum í London. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887