Ungdómstingið fer at viðgera 12 uppskot

Ungdómstingið fer at viðgera 12 uppskot
Níggju skúlaflokkar hava boðað frá, at teir vera við
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, setir ungdómstingið fyrrapartin mánadagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.01.2020 - 10:24

12 uppskot koma til viðgerðar á ungdómstinginum mánadagin og týsdagin.

Uppskot eru m.a. um at seta forboð fyri einnýtisplasti, at banna innflutningi av vørum, sum ikki eru góðkendar í ES, at banna matoyðsli, at lækka aldurin fyri at taka koyrikort niður í 17 ár, og at lækka valrættaraldurin úr 18 niður í 16 ár.

Undirtøkan til ungdómstingið hevur ikki verið størri enn hesaferð.

Níggju skúlaflokkar hava boðað frá, at teir verða við. 

Næmingar í 8.flokki, 9.flokki ella 10.flokki eru bodnir at manna ungdómstingið.

Avlýst í fyrraárið

Ungdómsting skuldi vera í 2018, men tað varð av ongum, tí ov fáar tilmeldingar vóru.

Seks ungdómsting hava verið. Seinast var í 2016. Tá vóru seks skúlaflokkar við.  

Tey 32 ungdómstingfólkini viðgjørdu tá 12 lógaruppskot, átta uppskot vórðu samtykt, og fýra vórðu feld.

Innlit í fólkaræði

Endamálið við ungdómstinginum er at geva næmingum størri innlit í fólkaræði, at lata teir vera ein virknari part av fólkaræðinum, og geva teimum innlit í, hvat luturin hjá løgtinginum er í fólkaræðinum.

Løgtingsformaðurin setir ungdómstingið mánadagin klokkan tíggju.

Ungu politikarnir sleppa eisini at seta løgmanni og landsstýrisfólkunum ófráboðaðar spurningar.


 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010