EBS-lond samráðast saman um avtalu við Bretland

EBS-lond samráðast saman um avtalu við Bretland
Londini eiga at fáa avtalu við Bretland, samstundis sum bretar gera avtalu við ES, sigur íslendski forsætisráðharrin
Katrín Jakobsdóttir er forsætisráðharri í Íslandi
 
03.02.2020 - 14:48

Noreg, Ísland og Liktinstein, sum hava eina sonevnda EBS-avtalu við ES, fara nú í felag at royna at fáa eina líknandi avtalu við Bretland, sum ikki longur er í ES.

- Tað er skilabest at samráðast í felag, sigur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, við NTB.

Hon vísir á, at Noreg og Ísland hava nógv felags á fiskivinnuøkinum, meðan Liktinstein hevur størstan áhuga í fíggjarviðurskiftum.

Hóast tað, so heldur Erna Solberg, at londini eiga at samráðast saman, og tá samráðingar eru, mugu atlit takast at tí, sum hvørt einstakt land vil hava.

Hittust fyrrapartin

Erna Solberg, forsætisráðharri, íslendski forsætisráðharrin, Katrín Jakobsdóttir, og forsætisráðharrin í Liktinstein, Adrian Hasler, hittust fyrrapartin, og tey eru øll samd um, at best er at samráðast saman.

- Tey trý londini eiga at fáa avtalur í lag við Bretland, samstundis sum bretar gera avtalur við ES, sigur Katrín Jakobsdóttir.

Hon vísir á, at Bretland hevur stóran týdning fyri bæði Noreg og Ísland, tá talan er um handil og serliga útflutning av fiskavørum.

Adrian Hasler heldur tað ikki vera meiar enn natúrligt, at øll londini í felag fara undir samráðingar við bretar um handilsviðurskiftini í framtíðini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584