Lítil sannlíkindi fyri coronavirusi í Føroyum

bannari
Lítil sannlíkindi fyri coronavirusi í Føroyum
Sjúkrahúsverkið er til reiðar, um ein tilburður skuldi komið higar
Ein stova, har sum fólk kunnu avbyrgjast, er gjørd klar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2020 - 13:27

Sannlíkindini eru framvegis lítil fyri, at coronavirusið kemur til Føroya, siga tey serkønu. Men sjúkrahúsverkið er til reiðar, um ein tilburður skuldi komið higar.

Danska heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum sjúkrahúsverkið fylgir, verður sagt í tíðindaskrivi.

Sjúkrahúsverkið hevur kunnað starvsfólkini um, hvussu tey skulu handfara møguligar støður við coronavirusi hjá sjúklingi. Ein stova, har sum fólk kunnu avbyrgjast, er gjørd klar. Og skipan er gjørd um sjúkraflutningin.

Fólk í Føroyum skulu flytast til sjúkrahúsini í Hvidovre ella Skejby, sum hava serligar deildir fyri smittandi sjúkur. Annars ber til at lesa meira um coronavirus á heimasíðuni hjá danska Heilsustýrinum, sum er sst.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585