Pláss fyri 180 gravum aftrat

Pláss fyri 180 gravum aftrat
Símun P. Jacobsen, prestur, vígdi nýggja partin av kirkjugarðinum við Sjógv á Strondum
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
03.02.2020 - 09:07

Tann nýggi parturin av kirkjugarðinum við Sjógv á Strondum varð vígdur í dýrdarveðrinum í gjár.

Nógv fólk var komið saman, tá Símun P. Jacobsen, prestur, vígdi kirkjugarðin í gjár, sigur Sjóvar kommuna.

Í nýggja partinum av kirkjugarðinum við Sjógv verður pláss fyri 180 gravum.

Ronald Poulsen og fyritøkan Munin hava projekterað kirkjugarðin, og AP Bilar og Maskinur hava gjørt arbeiðið saman við R Transport og arbeiðsfólki hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851