Kunnu møta áðrenn farloyvistíðin er farin

Kunnu møta áðrenn farloyvistíðin er farin
Helgi Abrahamsen hevur svarað einum fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni
 
04.02.2020 - 09:20

Hugtakið at fara í farloyvi er ikki til í kommunustýrislógini.

Men lógin hevur ásetingar um tiltakslimir.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Heðin Mortensen spurdi landsstýrismannin, um tað var ein politisk avgerð at broyta siðvenjuna um farloyvi hjá kommunustýrislimi brádliga beint fyri jól í fjør.

Møtti á fundi

Gunvør Balle, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, var í farloyvi, men hon kom kortini á býráðsfund.

Og tað hevði hon rætt til, tí eingin regla forðar einum kommunustýrislimi at møta á býráðsfundi, hóast viðkomandi er í farloyvi, segði Kommunala eftirlitið í einum svari til Tórshavnar býráð.

Men Heðin Mortensen sigur, at eitt farloyvi er minst 14 dagar.

Helgi Abrahamsen sigur tó, at kommunustýrislimur kann koma aftur á kommunustýrisfund, hóast fráveran er styttri enn 14 dagar.

Tað stendur eisini í donsku kommunustýrislógini, sum er fyrimynd hjá teirri føroysku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628