Verkfall í Reykjavík

Verkfall í Reykjavík
Verkfallið rakar barnagarðar, røktarheim og ruskinnsavningina
 
04.02.2020 - 10:57

Samráðingar millum næststørsta fakfelagið í Íslandi,  fakfelagssamtakið Efling, og kommununa slitnaðu í gjár, og farið verður tí í verkfall í dag klokkan 12.30, skrivar Morgunblaðið. 

Efling hevur 14.000 limir, og tilsamans 1850 kommunal starvsfólk fara í verkfall nú á middegi til á midnátt í kvøld. 

Verkfallið rakar 63 barnagarðar í Reykjavík, røktarheim og ruskinnsavningina.

Næsta semingsroynd verður í morgin kl. 15, og spyrst einki burtur úr tá, halda verkføllini fram í ovurmorgin, og so týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku.

Er framvegis eingin avtala gjørd 17. februar, byrjar eitt verkfall tann dagin, og heldur fram í óasetta tíð, skrivar Morgunblaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819