Russar spyrja norðmenn um Svalbard

Russar spyrja norðmenn um Svalbard
Russiski uttanríkisráðharrin hevur biðið um fund við norska starvsfelagan
Sergej Lavrov, uttanríkisráðharri, vil hava fund við norðmenn um Svalbard
 
05.02.2020 - 15:44

Í ár eru 100 ár, síðani Svaldbard-sáttmálin varð undirskrivaður, og nú boða russiskir myndugleikar frá, at teir vilja hava Noreg at svara nøkrum spurningum um, hvussu Noreg umsitur Svaldbard-oyggjarnar.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur biðið norska uttanríkisráðharran, Ine Marie Eriksen Søreide, um fund.

Lavrov vil serliga tosa um viðurskifti í sambandi við, at Noreg hevur sett avmarkingar í verk fyri russisku tyrluferðsluni í Svaldbard, og at fleiri øki eru ásett at vera náttúruverndarøki, tí tað forðar vinnuligum virksemi har.

Eisini halda russar, at fiskiverndarøkið kring rundan um Svaldbard er ólógligt, stendur í fráboðanini frá russisku sendistovuni á Facebook.

Til Moskva í summar

Norska uttanríkisráðið váttar fyri VG, at tað hevur fingið bræv frá russiska uttanríkisráðnum um russiskt virksemi í Svaldbard. 

- Russar viðgera javnan sjónarmiðini, og norskir myndugleikar vita um tað. Alt virksemi í Svaldbard skal vera innan fyri norskar lógir og kunngerðir, sigur Audun Halvorsen, vararáðharri í uttanríkisráðnum.

Eftir ætlan skal Søreide á vitjan í Moskva seinni í ár, og tá fær Sergej Lavrov høvi at viðgera politisku spurningarnar um Svaldbard.

Norska uttanríkisráðið hevur ikki ásett enn, nær fundurin verður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672