Dregur út at seta stjóra á Tjóðpallinum

06.02.2020 - 11:09
AktueltSamfelag
Dregur út at seta stjóra á Tjóðpallinum
Leiklistaráðið væntar, at starvið verður sett í hesum mánaðinum
15 fólk søktu starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya, 11 mans og fýra kvinnur
 

Tað dregur út at seta nýggjan stjóra á Tjóðpalli Føroya.

Tá lýst varð eftir stjóra, varð sagt í lýsingini, at starvið skuldi setast frá 1. februar. Men enn er eingin stjóri settur.

Ingibjørg Berg, forkvinna í Leiklistaráðnum, sigur, at ymisk viðurskifti hava gjørt, at starvið ikki er sett enn.

Fólk hava verið til setanarsamrøðu, men hon vil ikki siga hvussu nógv, tí tað er møguligt, at fleiri av umsøkjarunum fáa boð um at koma til setanarsamrøðu.

Settur í hesum mánaðinum

Ingibjørg Berg sigur seg vænta, at Leiklistaráðið verður liðugt við arbeiðið, og at nýggi stjórin verður settur í hesum mánaðinum.

15 fólk søktu starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya, 11 mans og fýra kvinnur.

Umsóknir eru úr Føroyum, Danmark, Íslandi og úr Finlandi.

Starvið er áramálssett til fimm ár og lønt sambært 37. lønarflokki í sáttmála millum Føroya Tænastumannafelag og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Í løtuni er Jenny Petersen stjóri á Tjóðpallinum, og tað hevur hon verið í 15 ár.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Kvørnin: "Illusions", Heiðrik
109739
Hósdag 4. juni
Breddin
109740
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558