Negativa rentan til viðgerðar í Fíggjarmálaráðnum

Negativa rentan til viðgerðar í Fíggjarmálaráðnum
Málið er ikki viðgjørt politiskt enn
BankNordisk hevur sett negativa rentu í gildi
 
10.02.2020 - 11:14

Enn er ikki avgjørt, um negativa rentan kann dragast frá í skattinum.

Málið er nú til løgfrøðiliga viðgerð í Fíggjarmálaráðnum.

Taks heldur seg ikki hava heimild til at geva skattafrádrátt og hevur tí sent Fíggjarmálaráðnum spurningin fyri at vita, um lógarbroyting skal gerast fyri at loyva skattafrádráttinum. 

Málið er ikki viðgjørt politiskt enn.

Ikki fyrr enn á ólavsøku

Verður uppskot gjørt um lógarbroyting, kemur tað ikki fyrr enn eftir ólavsøku, tí nú er so langt liðið í hesari tingsetuni.

Vinnan fekk negativa rentu í fjør. Og 1.mars í ár fáa privatkundar hjá BankNordik negativa rentu. 

Í Danmark kann negativ renta dragast frá skattinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628