Føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu

Føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu
Danski Fólkaflokkurin heldur, at ungfólk í øllum ríkinum skulu hava somu skyldur
Søren Espersen og hini í Danska Fólkaflokkinum halda, at føroyingar og grønlendingar skulu eisini gera herskyldu
 
11.02.2020 - 08:41

Føroyingar og grønlendingar eiga at hava herskyldu. Tað heldur Danski Fólkaflokkurin, sum aftur hevur lagt uppskotið fyri fólkatingið.

Flokkurin legði eisini slíkt uppskot fyri fólkatingið í 2016, men tað fekk ikki undirtøku.

Talan er um uppskot til samtyktar, sum skal slóða fyri, at un g í øllum ríkinum skulu hava somu skyldur.

Tá uppskotið seinast var til viðgerðar í fólkatinginum á vári í 2017, vísti táverandi stjórnin uppskotinum frá sær, og tað sama gjørdu allir hinir flokkarnir í fólkatinginum.

Í Danmark verða allir menn kallaðir til hertænastu, tá teir fylla 18 ár. Kvinnur fáa eisini somu boð, men hava ikki skyldu at fara í hertænastu.

Eingin herskylda

Í Føroyum og í Grønlandi hava fólk ikki herskyldu. Men kunnu fara uppí herin, um tey vilja tað.

- Hvørki í Føroyum ella í Grønlandi er nakað ynski um herskyldu, segði táverandi danski verjumálaráðharrin, Klaus Hjort Frederiksen.

Danski Fólkaflokkurin sigur í uppskotinum, at nú eru tríggir javntsettir partar í ríkisfelagskapinum, og tí eiga treytirnar um herskyldu eisini at vera eins, skrivar KNR.

Flokkurin vísir eisini til frágreiðing frá grønlendsku sjálvstýrisnevndini frá 2003, har sagt varð, at øll trý fólkasløgini í ríkisfelagskapinum, eiga at vera partur av verjuni og tilbúgvingini.

Tí eiga menn úr øllum trimum londunum at vera partur av verjuni, sigur Danski Fólkaflokkurin í uppskotinum.

Skulu Grønland og Føroyar vera partur av donsku verjuni, fer tað at kosta millum 1,5 og 3,6 milliónir kr um árið, er metingin hjá verjumálaráðnum.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585