Vinnuhúsið: Nógv størri bjartskygni í búskapinum

11.02.2020 - 09:33
AktueltVinna
Vinnuhúsið: Nógv størri bjartskygni í búskapinum
Útflutnings- og tænastuvinnurnar gera, at konjunkturbarometrið í Føroyum gongur upp
Vinnuhúsið hevur hugt at nýggjastu konjukturkanningini
 

Bjartskygni í føroyska samfelagsbúskapinum er nógv betri nú, enn tað var fyri hálvum ári síðan. Tey, sum flyta út, og tey, sum veita tænastur, gera, at konjunkturbarometrið í Føroyum gongur upp.

Vinnuhúsið hevur hugt at nýggjastu konjunkturkanningini, sum Hagstovan kunngjørdi herfyri.

Kanningin er gjørd í januar.

Treystitalið hækkar

Sambært henni er treystitalið er farið úr 19 upp í 32 eftir hálvum ári. Hetta er hægsta treysti­talið síðan 2014, tá var tað 37. 

Treystitalið gevur ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta bæði støðuna beint nú, gongdina seinasta árið og gongdina komandi árið. Treystitalið hjá húsarhaldunum og byggivinnuni eru tó minni nú enn fyri hálvum ári síðani.

Vinnuhúsið sigur, at byggivinnan væntar tó ikki stórvegis minking í næstum.

Nógvar stórar byggingar eru um at verða lidnar. Tí verður ikki so stórur tørvur á arbeiðsmegi í framtiðini.

At húsarhaldini fara niður í treystitali er ikki óvæntað, sigur Vinnuhúsið.

Tá vit eru á toppinum, er bara ein vegur, og hann er niðureftir, sigur Vinnuhúsið í niðurstøðu sínari. 

Avbjóðingar í handilsvinnuni

Vinnuhúsið sigur eisini, at handilsvinnan hevur avbjóðingar. 

Stórur vøkstur hevur verið í søluni hetta seinasta árið, men handlarnir vænta ikki eins stóran vøkstur í ár. 

Hetta kemst helst av, at partar av handilsvinnuni hava ringt við at fáa fólk at arbeiða fyri seg, sigur Vinnuhúsið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Við Tórði á koronatúri
107298
Mánadag 6. apríl
Norðurljóð 6.apríl 2020
106803
Mánadag 6. apríl
Korona krevur sítt
107292
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Kennir tú land títt? 2:3
107297
Sunnudag 5. apríl
Andakt við Bergtóri Hjelm Bjarkhamar
107272
Sunnudag 5. apríl
Familjumøti úr Kelduni
107261
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
107262
Leygardag 4. apríl
Funksjon á Reinsaríinum
107256