Christian í Grótinum settur á sølulista

Christian í Grótinum settur á sølulista
Reiðaríið umhugsar at keypa nýtt skip
 
13.02.2020 - 10:07

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er sett á sølulista. 

Jan Petersen, stjóri í partafelagnum Christiani í Grótinum, sigur við Portalin, at reiðaríið umhugsar møguleikan at byggja nýtt skip fyri verandi Christian í Grótinum, sum er bygdur í 2003.

Í fyrstu atløgu vil reiðaríið tó bara kanna, um áhugi er at keypa skipið, og fyri hvønn prís.

Verandi Christian í Grótinum, sum sambært Teyggjuni fyrstu ferð varð skrásettur í Føroyum í 2013, hevur kølitangar, men ikki verksmiðju. Norðborg hevur verksmiðju.

Við Portalin sigur reiðaríið, at enn er støða ikki tikin til, um ein møguligur nýbygningur verður kølitangaskip ella verksmiðjuskip. 

Sambært Portalinum er áhugi fyri at keypa Christian í Grótinum, bæði úr Grønlandi og Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585