50 dagar í fongsul fyri stuldur

50 dagar í fongsul fyri stuldur
Sami persónur varð fríkendur fyri eina aðra ákæru, tí tá revsilógin varð umsett til føroyskt, datt heimildin, sum var í donsku lógini, burtur
 
14.02.2020 - 12:59

Maðurin, sum herfyri varð frídømdur fyri at stoyta Red Bull á ein politist, er dømdur 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at stjala eina luftbyrsu og ein kikara úr Búrøkt í Hoyvik.

Virðið á luftbyrsuni og kikaranum er 18.250 kr.

Stuldurin var klokkan 12.30, og Red Bull tilburðurin var kl.15.15. Báðar hendingar vóru leygardagin 18.januar í ár. 

Maðurin noktaði seg sekan.

Maðurin játtaði tó, at hann risti blikkið við orkudrykkinum og sprændi eftir andlitinum á politistinum.

Men hann kann ikki dømast fyri tað, tí tá revsilógin varð umsett til føroyskt, datt heimildin, sum var í donsku lógini, burtur. 

Dómurin fyri stuldurin er treytaleysur, tí stuldurin varð framdur í royndartíðini hjá einum treytaðum dómi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691