Einki sorgarfarloyvi, tí aðrar skipanir lofta

Einki sorgarfarloyvi, tí aðrar skipanir lofta
Ætlanin er ikki at gera serstaka skipan á arbeiðsmarknaðinum, sum endurrindar foreldrum lønarmissin, tí barn teirra er deytt
Skipanir eru longu, sum lofta syrgjandi foreldrum, tá barn teirra doyr. Tí er ikki neyðugt at gera nýggja skipan, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
 
15.02.2020 - 10:11

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningi frá Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmanni, um sorgarfarloyvi.

Helgi Abrahamsen sigur millum annað, at aðrar skipanir - starvsmannalógin, sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og dagpengaskipanin - longu lofta syrgjandi foreldrum.

Tí er ikki brúk fyri einari skipan afturat.

Helgi Abrahamsen heldur ikki, at foreldur, sum missa barn, eiga at fara í Barsilsskipanina og fáa pengar haðani.

Hann sigur tó, at ætlanin er at broyta barsilslógina, so at greið heimild fæst fyri at lata foreldrum pengar, tá barnið antin er deyðføtt ella doyr í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum, sum er 48 vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819