Funnu 6.000 lík í hópgrøvum í Burundi

Funnu 6.000 lík í hópgrøvum í Burundi
Í Burundi hevur ein nevnd, sum eftirkannar borgarakríggið í landinum, funnið meira enn 6.000 lík í seks hópgrøvum í Karusi-landspartinum
Meira enn 6.000 lík funnin í seks hópgrøvum
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
15.02.2020 - 17:39

Hetta er størsta hópgrøv, sum er funnin, síðani stjórnin í januar setti í verk leitingararbeiði eftir hópgrøvum í landinum.

- Leivdirnar av tilsamans 6.032 offrum umframt túsundtals patrónir eru grivnar upp, sigur formaður fyri nevndini, Pierre Claver Ndayicariye. 

Klæði, brillur og rósukransar verða brúkt til at eyðmerkja fleiri av offrunum.

Hertøka í hjálandatíðini, borgarakríggj og áratíggju við hópdrápum eyðmerkja fortíðina hjá eysturafrikanska landinum. Fólkabólkar í landinum eru hutu, sum er meiriluti í landinum og so tutsi-minnilutin. Etniska ósemjur vóru orsøkin til borgarkríggið, sum byrjaði í 1993 og helt á í 10 ár. Meira enn 300-túsund fólk lótu lív í krígnum.

Í 2014 setti stjórnin eina nevnd, sum skuldi kanna valdsgerðir og hópdráp frá 1885, tá fremmand komu til Burundi, og fram til 2008, tá ein partvís friðaravtala eftir borgarakríggið kom í gildi. Í 2015 brast ófriður á aftur, tá Pierre Nkurunziza, sambært andstøðuni, stillaði uppaftur til triðja forsetaskeið sítt, - og tað segði andstøðan verða í stríð við grundlógina. 

ST hevur ávarað um, at ófriður kann bretsta á aftur nú undan valinum, sum verður í mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672