Fyribilsvegur millum Hvalba og Nes

Fyribilsvegur millum Hvalba og Nes
Ein fyribilsvegur er gjørdur millum Hvalba og Nes, meðan vegurin til nýggja bergholið verður bundin í verandi veg 
Meira enn helvtin er borað í bergholinum til Hvalba
 
15.02.2020 - 10:19

Tað sigur Landsverk. Arbeiðið við íbindingini er byrjað. Fyribilsvegurin millum Nes og Hvalba skal brúkast til 1. juni.

Tunga ferðslan fer tó bara at brúka fyribilsvegin til 1. mars, tá íbindingin væntast at vera liðug. Í Trongisvági fer bergholsarbeiðið eisini at ávirka ferðsluna.

Tað verður frá mánaðaskiftinum februar-mars til 1. juni, tí vegurin frá viðarlundini til Hvannagjáar skal gerast av nýggjum.

Arbeiðið at gera bergholið gongur væl. 1.310 metrar eru boraðir, - tað er meira enn helvtin, tí bergholið verður 2.500 metrar.

Væntandi verður seinasta skotið latið av í summar, sigur Landsverk. Arbeiðið byrjaði 27. juni í fjør. Articon ger arbeiðið. Í verklagslógini eru 272 mió. kr. til arbeiðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585