H71 tók bæði steypini

H71 tók bæði steypini
Hoyvíkingar vunnu steypafinaluna hjá bæði kvinnum og monnum í dag
 
15.02.2020 - 20:38

Spenningurin helt sær til tað seinasta í kvinnufinaluni millum H71 og VÍF. Liðini fylgdust so at siga allan dystin, men vestmannakvinnur máttu vera spælskiparan Agnas Olsen fyri uttan frá miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tann smeiturin gjørdist teimum dyggur, tá alt kom til alt. Hoyvíkskvinnur runnu undan tað mesta av seinna hálvleiki, og tá avtornaði vann H71 við einum máli, 24-23. Sostatt hevur H71 tryggjað sær fyrsta steypasigurin hjá kvinnum í søgu felagsins.

Hjá monnum var eisini spenningur í finaluni millum H71 og Kyndil, sum megnaði at elta hoyvíkingar inntil seinasta fjórðing av dystinum. Tá gav fysiska styrkin og breiddin hjá H71 avkast, og teir tryggjaðu sær eina greiða leiðslu seinastu løtuna. Dysturin endaði 23-19 til H71, sum sostatt fekk fulla úrtøku í báðum finalunum. 

Hoyvíkingar eru sum heild sera væl umboðaðir í steypafinalunum í hondbólti hetta vikuskiftið. Av teimum 12 steypafinalunum í vaksnamanna- og ungdómsdeildunum, er H71 við í 10. Tey eiga enntá bæði liðini í finaluni hjá dreingjum 10 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585