Til Føroya fyri at avreiða fisk úr Grønlandi

Til Føroya fyri at avreiða fisk úr Grønlandi
Fiskur, sum verður fingin í grønlendskum sjógvi, skal kunna avreiðast uttanlands, sigur Fiskivinnuráðið
Fiskur, sum føroyingar fiska í grønlendskum sjógvi, skal kunna avreiðast m.a. í Grønlandi, heldur Fiskivinnuráðið
 
15.02.2020 - 15:00

Í uppskotinum um kunngerð stendur, at fiskurin skal um føroyskan bryggjukant.

Men Fiskivinnuráðið vil hava, at landsstýrismaðurin brúkar heimildina at geva undantak til avreiðingar í øðrum landi enn í Føroyum.

Men Fiskivinnuráðið er ikki samt um kvotuspurningin. Reiðarafelagið, Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið vilja hava eginkvotur.

Men Skipara- og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið vilja halda fast um felagskvoturnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628